Sethús, Stykkjavegur 9, Stykkið
Sethús í tveimum...
Sethús, Stykkjavegur 9, Stykkið
Sethús í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, tvær stovur og fýra kømur. Í niðaru hæddini er eitt kamar, eitt stórt og gott kjallararúm, har klárt er at gera eitt baðirúm. Harumframt er eitt gott og rúmligt bilhús. Húsini standa í friðarligum og hugnaligum umhvørvi á Stykkinum. Útsýnið er sera gott og hevur tú útsýni yvir átta oyggjar í Føroyum. Gott bussamband og eisini er ein vælvirkandi skúlabusskipan til skúlan í Kvívík.