Sethús, Varðagøta 37, Tórshavn
Snøggu og høvuðsum...
Sethús, Varðagøta 37, Tórshavn
Snøggu og høvuðsumvældu húsini standa mitt í býnum í sera friðarligum og veðurgóðum umhvørvi. Húsini eru høvuðsumvæld í 2006 og stórarbeiðið er gjørt í 2016/17. Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er inngongd/durur har trappa er uppá loft/í kjallara, baðirúm v/baðikari, stór stova og eitt stórt rúm við køki/vásakøki við útgongd til hjall. Frá stovuni er útgongd til altan við útsýni yvir mið- og eysturbýin og Nólsoyarfjørð og útgongd er til snotiliga terassu/urtagarð. Í ovaru hæddini eru 4 kømur, baðirúm v/brúsu, gongd, og útgongd til altan við útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Í niðastu hæddini er kjallari á 50 m2 og ein lágur kjallari á áleið 10 m2.