Sethús, Hvítanesvegur 11, Hoyvík
Deiligu og vælhi...
Sethús, Hvítanesvegur 11, Hoyvík
Deiligu og vælhildnu húsini liggja í sera náttúruvøkrum øki niðarlaga í Hoyvíkini við fantastiskum útsýni beint við viðarlundina í Hoydølum og Boðanes. Húsini eru í tveimum hæddum. Í miðhæddini er durur, gongd, trý kømur, tvey baðirúm, stova og køkur í einum og vaskirúm. Í ovaru hæddini eru tvey stór kømur og ein lítil gongd. Terassa er gjørd kring alt húsið. Stutt er til skúla, barnaansing og Hoyvíkshøllina. Gott busssamband er eisini.