Granagøta 24, Tórshavn
4.900.000 Kr.
fermetrar 216 m2
grundøki 390 m2
kømur 3
hæddir 2
byggjiár 1984
Sethús, Granagøta 24, Tórshavn
Talan er um eini snøgg og dámilig sethús í tveimum hæddum, ið eru staðsett úti á Norðastahorni.Ovara hæddin er leypandi umvæld og er innrættað við trappuuppgongd, køki og stovu í einum við útgongd á altan frammanfyri húsini og útigólv aftanfyri húsini, einum kamari og baðirúmi.Niðara hæddin er innrættað við duri/trappuuppgongd, einum rúmi, sum er í gerð og er gjørt klárt til at verða baðirúm, goymslurúmi, tveimum kømrum, vaskirúmi/fýrrúmi og bilhúsi.Umhvørvið er friðarligt og barnavinarligt, og stutt er til dagstovn og bussleið. Eisini eru góð parkeringsviðurskifti í túninum og eisini nær við ognina.
⭐OGN ÁVEGIS - GRANAGØTA 24, TÓRSHAVN⭐
Talan er um...
⭐OGN ÁVEGIS - GRANAGØTA 24, TÓRSHAVN⭐
Talan er um eini snøgg og í stóran mun dagførd sethús, sum eru staðsett á Norðasta Horni í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Húsini eru í tveimum hæddum og eru m.a. innrættaði við rúmligum køki og stovu í einum við atgongd út á altan og terrassu, 3 kømurum og innbygdum bilhúsi🏡🤩🌳
✨Prísuppskot: 4.900.000 kr.✨