Íbúð, Berjabrekka 103, Tórshavn
Hugnalig íbúð í t...
Íbúð, Berjabrekka 103, Tórshavn
Hugnalig íbúð í tveimum hæddum. Íbúðin er í góðum standi og hevur fantastiskt útsyni yvir alla Havnina og Nólsoyarfjørð. Íbúðin er í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum felagsøki og parkeringsøki. Stutt er til handils, bakarí, Tórsbreyt, stovnar o.a. Busssambandið er gott. Í niðaruhædd er inngongd, vásarúmi/vesi, gongd við trappu upp á ovaru hædd og køk og stovu í einum við atgongd út á terassu. Á ovaru hædd er gongd, baðirúm og trý kømur. Hjallur/ skúrur hoyrir til íbúðina.